Um okkum

Um Heimakeyp

Handan Heimakeyp

Vælkomin til Heimakeyp.fo

Heimakeyp er ein nethandil, sum er gjørdur til tín sum ikki altíð hevur stundir ella møguleika til at fara til handils, og ynskir at fáa vørurnar koyrdar til dyrnar.

Sveinur Høgnason er dagligur leiðari fyri heimakeyp.

Okkara mál er at veita eina dygdargóða og álítandi tænastu, við støði í tínum tørvi fremst í okkara huga.

Heimakeyp er tín matvøruhandil á netinum. Nú nýtist tær ikki longur at brúka tíð og orku uppá at standa í kø í tínum matvøruhandli, men heldur brúka tíðini á tað ið hevur týdning fyri teg. Við heimasíðu okkara gera vit tað lætt og einfalt fyri teg, at keypa gerandisvørur júst har tú ert – og tú fært tær beint heim til tín.

Vit stremba eftir at veita góða og skjóta kundatænastu, og arbeiða vit støðugt við at fáa enn meiri avtalur við veitarar, soleiðis at tú fært eitt breitt úrvæl av matvørum at velja í.

Eisini er okkara ynski at geva kundum okkara íblástur til, hvussu tit kunnu skapa ein sunnan gerandis dag. Tí hava vit á okkara heimasíðu ein blogg har tú hvørja viku finnur nýggjan íblástur úr Tí Sunna Horninum, við uppskotum um sunnar matvørur, uppskriftir og góð ráð í køkinum.

Hevur tú spurningar um eitt hvørt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, vit svarað tær fegin.

HEIMAKEYP

Sveinur Høgnason

Sveinur Høgnason
Stjóri
sveinur@heimakeyp.fo

Janus Jespersen

Janus Jespersen
Leiðari útkoyring
janus@heimakeyp.fo

Anita Olsen

Anita Olsen
Ráðgeving kost/blokkur
anita@heimakeyp.fo

Cisilia í Køk

Cecilia í Køk
Umsiting og menning
cecilia@heimakeyp.fo

Suport tøkni
suport@heimakeyp.fo

Deil